|
Narbutas en er ein Litavsk fyritøka ið hevur eitt heimsfevnandi sjónarmið.
Tey sniðgeva og skapa møblar til nútíðar arbeiðsumhvørvi, við tørvinum hjá arbeiðsfólki frá 2100 talinum í huga. Tey bjóða eitt breitt úrvæl av loysnum til hvønn einstakað kunda og errin at kunna kalla seg ein fyritøka ið framleiðir nútímans, haldførar og funktionellar møblar. Visión teirra er at vera ein burðardygg, máttmikil skrivstovuloysns-fyritøka ið er leiðandi og eiggilig í nútímans verð. Tey eru passioneraði um at skapa hugkveikjandi arbeiðspláss og stremba eftir at gera tey atkomulig til fleiri menniskju. |
Nordgröna framleiðir funktionellar møblar, grundað á endurvaksandi, organiskt tilfar. Nordgröna far íblástur frá skandinavisku nattúruni, og sniðgeva við umhugsni fyri at økja um vælveru til menniskjuni, ið nýta teirra vørur. Tey eru serkøn í tilfarið sum kann endurnýtast og nýta tað har tað er gjørligt; vøran kann endurvinnast og varar alt lívi. Tann nattúrligi reinsdjóramosin er sera ljóðabsorberandi (100%), eldtryggur, allergivinarligur og síðst, men ikki minst; verður leveraður viðlíkahaldsfríur - krevur onga sól, einki vatn, skal ikki trimmast og er antistastiskur, ið ger, at hann ikki samlar støv. |
TreCe eru serfrøðingar innan goymslu- og endurnýtsluloysnir til skrivstovur og almenn rúm.
Tey eru ein av førandi nordisku leverandørunum innan hetta økið, og hava nátt higar við at menna seg leypandi. Við yvir hálvtrýss ára royndum, hava teir saman við teirra kundum megna at savna sær eina rúgvu av vitan, og gjøgnum árini hava tey lært, hvat riggar. Teirra drúgvu royndir, saman við einum ynski um nýskapan, dregur teir frameftur og ger tað møguligt hjá teimum at framleiða nýggjar, smartar sniðloysnir. |
Green Furniture Concept hevur sett sær fyri at gera burðardygd til tann nýggja standardin innan sniðgeving av almennum rúmum.
Tey ynskja at umskapa tað vinnuligu tankagongdina og hugkveikja sannføringina hjá nýggjum fyritøkum. Green Furniture Concept halda at tað er tíð at ávirka heimsstøði á ein positivan hátt, við at styrkja og kveikja nýtt lív í hvønn einstakan persón og tey samfeløgini tey tæna. Kunna innandura rúm skapa djúpri sansaupplivingar av nattúruni og fáa menniskju at merkja at tey hoyra til? Tað halda tey hjá Green Furniture Concept og tí vilja tey halda á fram við at fáa almenn rúm at merkja enn meiri. |
Glimakra of Sweden er ein svensk virðisskapandi fyritøka, ið leggur dent á skandinaviska akustiska hægri sniðgeving, størri fleksibilitet og betri góðsku.
Við hesum skapa tey vælsinnað ljóðlandslag til ymisk sløg av almennum rúmum. Við vitan og royndum menna og framleiða tey vørur í teirra egnu framleiðslu í Glimåkra. Tey hava leypandi samstarv við nógvum framúrskarandi sniðgevum. |