HANDILSTREYTIR
KOSTNAÐIR
Kostnaðir fyri vøru vera roknaðir til hvørt einstakað tilboð per kunda.
Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum ella útgingnum vørum.
Prísir vera givnir uttan mvg og møguligan fraktkostnað.
Gjaldoyra er DKK.
GJALDING
Vinnukundar gjalda 50% av kostnaðinum við bílegging og eftirstandandi 50% við levering.
Privatkundar gjalda 100% av kostnaðinum við bílegging.
UMBÝTINGARRÆTTUR
Specialvøra og vøra ið verður framleidd við bílegging hevur ongan umbýtingarrætt.
Vanlig vøra kann umbýtast innan 14 dagar eftir levering, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt, tað vil siga í originalum óbrotnum innpakningi. Vøran kann býtast um til reiðan pening, ella tú kann býta um til aðra vøru.
Tú skal boða frá skrivliga við telduposti til nitia@nitia.fo um tú ynskjur at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi sum tá hon var nýggj, kann tað vera møguligt at fáa partvís endurgjald, alt eftir hvørjum standi vøran er í.
REKLAMATIÓN - SKAÐI ELLA FEILUR Á VØRUNI
Er feilur ella skaði við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost. Tá feilur og/ella skaði er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella til nýggja vøru. Tú verður eisini biðin um at gera vart við hetta við levering av vøruni. Reklamatións rætturin fellur burtur eftir 24 mánaðir. Tú skal senda okkum ein teldupost á nitia@nitia.fo og gjølla greiða frá hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatións rættin. Tá tú sendir vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. NITIA rindar retur fraktina frá føroyskari addressu, um skaðin verður váttaður.
TRÚNAÐUR
Upplýsingar - navn, bústaður og teldupostur - ið tú sendur til okkum, verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana. Privatar upplýsingar verða ikki givnir víðari, undantak er tó um hetta er í samband við levering av vøru. Privatar upplýsingar verða ikki seldar til 3. persón.
BÍLEGGING
Bíleggingar verða framdar umvegis teldupost. Tilboð verður veitt í hvørjum einstøkum føri.
Velur kundin at takað av tilboðnum, verður ordraváttan send ið er ein bindandi avtalað millum kundan og NITIA. Vit tilskila okkum rætt at strika ordran um villa er við prísinum, ella levering av vøru, ella um vøran er útgingin, og líknandi støður. Tá ið ordraváttan er váttað av kundanum, fær kundin ein faktura á ávíkavist 50% ella 100% av kostnaðinum ið skal gjaldast áðrenn vøran endaliga verður bíløgd. Hevur kundin einans goldið 50% av kostnaðinum, verður fakturi á resterandi 50% sent tá vøran er levera.